- Vit minnast Eyðun við takksemi

05.09.2023 - 11:11
Lívsstílur
- Vit minnast Eyðun við takksemi
Laura Joensen og Kári Øster minnast aftur á Eyðun Johannessen, nú hann fór um sýn.

Frami føroyski sjónleikarin, Eyðun Johannessen, andaðist sunnudagin, 3. septembur, 85 ára gamal. 

Eyðun varð føddur 28. apríl, 1938 og vaks upp í Rabarbukvarterinum í Havn. Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og var harvið fyrsti yrkissjónleikari og leikstjóri í Føroyum. Saman við øðrum sjónleikarum stovnaði hann leikbólkin Grímu. Hann var eisini rektari á sjónleikaraskúlanum í Aarhus Teater frá 1979 til 1986. Í 1997 fekk hann viðurkenning frá Statens Kunstond, tá hann fekk tilluta lívslanga veiting. Í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt leiklistaliga avrik.

Laura Joensen og Kári Øster vitjaðu morgunsendingina, har tey mintust aftur á nógvar góðar løtur við Eyðuni. 

- Eg fari at minnast aftur á Eyðun við takksemi. Leiklistarliga breyt hann upp úr nýggjum og lærdi frá sær. Hann brúkti dag og nátt uppá listina.

Tað sigur Laura, sum var ein av teimum fyrstu, sum kom at ganga til skeið í leiklist hjá Eyðuni.

- Eyðun var drívandi megin í øllum. Hann náddi at kveikja í hjá øðrum at fara leiklistarliga vegin, sigur Kári Øster, sum í mong ár var vinmaður við Eyðun.

- Tað var altíð ógvuliga stuttligt aftanfyri leiktjøldini eisini. Eyðun var sera stuttligur og vitandi maður, leggur Laura afturat.

Hoyr alla samrøðuna við Lauru og Kára við at trýsta á pílin omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040