Vit kunnu so nógv meira

Vit kunnu so nógv meira - 9. partur
01-11-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan á Kalsoynni, har vit fyrst vitja bóndan á Syðradali og síðan fara vit til Trøllanesar.

Bjørn Kalsø var bara 16 ára gamal, tá hann kom at standa við familjufestinum. Pápi hansara, sum var festari, doyði og hóast hann ikki var myndigur og tí ikki hevði loyvi til at yvirtaka, so var longu tá greitt, at tannáringurin var tann, sum skuldi taka yvir eftir pápan. Tað gjørdi hann formliga nøkur ár seinni. Síðan hava Bjørn og familjan havt festið á Syðradali, sum telur 160 áseyðir. Hann hevur minkað áseyðatalið við 30 seyðum fyri at seyðurin skal hava tað gott og nokk av grasið, men fyri tað er úrtøkan tann sama.

Á Trøllanesi býr Eyðun Eliasen, sum umframt ognarjørt í bygdini eisini hevur tikið við einum festi í Mikladali. Hetta festið er soleiðis háttað at størsti parturin av haganum liggur vestanfyri og tað er rættiliga óhøgligt, serliga um veturin. Tí hevur hann gjørt av at taka allan seyðin vesturum um veturin, har hann fórðrar eyka, og tað hevur gingið ógvuliga væl. Í næstum fer Eyðun Eliasen undir at byggja nýtt seyðahús og so fer hann at velta nakrar hektarar av jørð fyri at fáa nokk av grasi til seyðin, sum nú hevur meira lendi at ganga á vestanfyri, tí sonur Eyðun, Eivind Eyðunsson, hevur fest grannagarðin hjá pápanum.

Vit fáa eisini orð á Eivind, sum umframt at vera festari eisini er sjómaður.

Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

Vit kunnu so nógv meira

Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini. Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar. Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir. Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.
Í hesari sendingini eru vit á vitjan á Kalsoynni, har vit fyrst vitja bóndan á Syðradali og síðan fara vit til Trøllanesar.
01-11-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan úti á Bø á Eiði.
24-10-2023
Í hesari sendingini vitja vit seyðabóndurnar Eyðstein Jensen, festari á Selatrað, og Jón Nónklett, festari í Lamba. Vit hitta eisini Øssur Sverrason Egholm.
17-10-2023
Í hesari sendingini eru vit á vitjan í Streymnesi og í Leirvík.
10-10-2023
Í hesi sendingini eru vit á vitjan í Kvívík og á Velbastað.
03-10-2023
Í hesari sendingini tosa vit við Jóannes Johannesen, bónda í Miðstovu á Sandi, Ottar Hentze, bónda í Uttastovu á Sandi, og við Eynar Martin Kjærbo, á Hamarsgarði í Skálavík
26-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað. Í hesari sendingini tosa vit við Thorvald Lützen, sum nú er fyrrverandi bóndi í Syðradali á Streymoynni.
19-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
13-09-2023
- ein sending um føroyskan landbúnað
06-09-2023