Strandalandasamráðingar byrjaðar í dag

Strandalandasamráðingar byrjaðar í dag
Tveir dagar eru settir av til at finna eina semju um eitt nýtt býti av norðhavssildini
Útlit eru til, at øll føroyska makrelkvotan verður fiskað í ár. (Savnsmynd)
 
06.09.2023 - 18:05

- Vónir er um, at tað fer at eydnast at finna semju um onkran fiskastovn í ár.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um strandalandasamráðingarnar fyri 2023, sum byrjaðu í dag.

Lagt verður fyri við norðhavssildini. Tveir dagar eru settir av at royna semju um hana.

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskvinnumálum.

 

Næstu vikurnar verða fleiri samráðingarfundir um norðhavssild, makrel og svartkjaft.

Kanningar higartil benda á, at tað er minni til av makreli í føroyskum sjógvi enn undanfarin ár.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum væntar tó ikki, at hetta fær stóran týdning fyri samráðingarnar, tí útlit eru fyri, at øll føroyska kvotan verður fiskað í ár. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Strandalandasamradingar

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083