Tjaldrið fær ikki størri játtan

Tjaldrið fær ikki størri játtan
Hóast vaktarskipið liggur helvtina av tíðini, eru ongar ætlanir um at játta meira á fíggjarlógini næsta ár
Heldur ikki næsta ár eru útlit til, at játtanin til Tjaldrið hækkar, so skipið kann vera í sigling alt árið. (Savnsmynd)
 
13.09.2023 - 09:02

At fáa játtan til eina manning aftrat til vaktarskipið Tjaldrið næsta ár ber ikki til.

Tað ásannar Dennis Holm, landsstýrismaður, sum varðar av fiskivinnumálum og Vørn.

Hann sigur, at ongar ætlanir eru um at játta meira til Tjaldrið á fíggjarlógini í 2024, men tá íløgukarmurin verður rúmligari seinni í valskeiðnum, er ætlanin at játta pening at byggja nýtt vaktarskip.

Óli Hans Olsen, stjóri í Vørn, sigur, at skal Tjaldrið sigla alt árið, fer at tað kosta 16-17 milliónir kr. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13092023_Dennis_um_Tjaldrid


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083