Halda ikki reglur um at bjóða út á Keypsportalinum

Halda ikki reglur um at bjóða út á Keypsportalinum
Almennir stovnar biðja heldur um undantak at bjóða út, sigur Landsgrannskoðanin
Reglan er, at um keypið er størri enn 500.000 kr., skal tað bjóðast út alment á Keypsportalinum.
 
15.09.2023 - 09:36

Enn einaferð hevur Landsgrannskoðanin staðfest, at almennir stovnar halda ikki reglurnar um at bjóða út vørur og tænastur á Keypsportalinum.

Reglan er, at um keypið er størri enn 500.000 kr., skal tað bjóðast út alment á Keypsportalinum.

Men tað verður ikki altíð gjørt.  Og stovnarnir biðja heldur ikki um undantak. 

Landsgrannskoðanin sigur, at dømi eru um, at stovnar eru knýttir at einum veitara ella tænastusáttmála við veitara. 

Eisini er dømi um, at stovnar halda ávísar veitarar vera bestar at gera uppgávurnar. Ella, at tænastan er so serstøk fyri stovnin, at hon ikki kann bjóðast út millum fleiri.

 

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2022.

 

Fyrispurningar um tilboð

Ásett er eisini, at keyp millum 50.000 og 500.000 kr. uttan meirvirðisgjald kann avgreiðast við tilboðsfyrispurningi frá í minsta lagi tveimum veitarum.

Tílík keyp kunnu eisini vera boðin út á Keypsportalinum.

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2022.

 

Tíðaravmarkaðar lønir

Hóast rundskrivið um at tíðaravmarka lønir í landsroknskapinum kom í 2017, kann Landsgrannskoðanin í 2023 staðfesta, at enn eru nógvir stovnar og nógv aðalráð, sum ikki halda reglurnar. 

Tær vera tulkaðar ymiskt, og tíðaravmarkingin er tí ikki eins hjá øllum. 

Tað er ikki í lagi, heldur Landsgrannskoðanin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777