Skilir væl at fólk undrast

16.09.2023 - 17:51
InnlendisPolitikkur
Skilir væl at fólk undrast
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur seg væl skilja, at fólk undrast á, at bara løgtingsfólk vera undantikin, tá ið tað ræður um at hækka pensjónsaldurin.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Fyri at økja um haldførið í búskapinum, hava tingfólk hækkað pensjónsaldurin hjá føroyingum eitt ár, meðan serfrøðingar halda, at hann skal hækkast enn meira.

Men hesum sleppa tingfólk undan, tí tey kunnu fáa fulla pensjón, 25.725 krónur um mánaðin, tá tey eru 60 ár og so leingi, tey liva.

Tað skrivar Sosialurin, sum mælir til, at løgtingsfólk eisini áttu at hækkað sín egna pensjónsaldur.

Nógv av tingfólkunum fara longu sum 60 ára gomul heim við fullari pensjón, sum er væl hægri enn hjá teimum flestu, sum mugu bíða til tey eru 67 ára gomul, og sum frá líður fara at vera eldri enn tað.

Í oddagreinini í Sosialinum verður víst á, at løgtingsfólk hava heimsins bestu pensjónsskipan, og at fólkið rindar hana.

Greinskrivarin vísir á, at eingin politikari hevur nevnt tað við einum orði, at politikarar “mugu ganga undan sum fyrimynd og hækka egnan pensjónsaldur”.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112