- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biit

Í oysandi regninum fyrr í vikuni megnaði føroyska fótbóltslandsliðið ikki at vinna á Póllandi.
Hóast hetta, so er lagið altíð gott í fjepparafelagnum, Skansin. Maðurin við stóra reyða skegginum, sum altíð er til reiðar at leiða rópikórið til landsliðsdystin, Hans Kristian Eyðunsson Hansen, tosar um hvat Skansin er, hvussu tú kanst gerast limur og hví tú brennir fyri okkara landsliðið.
Fyri fyrstu feðr nakrantíð í Føroyum, gongur ein leikur, har leikarin er spilnakin. Útbúgvin kandidatur í sjónleiki, Durita Dahl Andreassen, fjalir einki av kroppi sínum í einmansleikinum, Lortið. Í samrøðuni greiðir Durita frá hvussu tað er at vera fulkomiliga blottaður frammanfyri eini áskoðarafjøld.
Fyri 10 árum síðani útgóvu Guðrun & Bartal sína einastu heildarútgávu. Tey hátíðarhalda ?Vónin er?, við eini framførslu í Løkshøll leygarkvøldið 14. oktober kl. 20. Tann eina hálvan úr Guðrun & Bartal, Bartal Augustinussen fortelur um hvussu tað er at spæla løgini aftur eftir tíggju ár.
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge og Fríði Djurhuus hava lagt til rættis.
