Kunnu tosa føroyskt og grønlendskt í fólkatinginum

Kunnu tosa føroyskt og grønlendskt í fólkatinginum
Fólkatingsumboðini fáa eisini fíggjarligt ískoyti at seta tulk í starv
Føroyingar og grønlendingar kunnu tosa móðurmálið í fólkatinginum, men tað skal umsetast til danskt. (Savnsmynd: Folketinget.dk)
 
21.09.2023 - 15:26

Formansskapurin í fólkatinginum hevur gjørt av, at politikarar kunnu tosa grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum, men tey skulu sjálvi umseta til danskt. 

Fólkatingumboðini fáa eisini eyka talutíð til at umseta.

Eftir at grønlendska fólkatingsumboðið, Aki Matilda Høegh Dam, tíðliga í summar undir orðaskifti í fólkatinginum tosaði grønlendskt á røðarapallinum, boðaði formansskapurin frá, at arbeitt var við skipa tulkatænastu.

Men higartil hevur tó ikki verið greitt, hvussu tulkatænastan skuldi skipast.

 

Markus E. Olsen tekur sæti sum varamaður á fólkatingi í næstum, og hann æltar eisini at tosa grønlendskt á røðarapalinum. (Mynd: KNR)

 

Fíggjarligt ískoyti

Formansskapurin boðar í dag eisini frá, at fólkatingslimir, sum eru valdir í Føroyum og Grønlandi, fáa fíggjarligt ískoyti til at seta egnan tulk. 

Tulkurin kann eisini hjálpa teimum at kunna um arbeiðið í fólkatinginum til almenningin í Føroyum og Grønlandi, skrivar formansskapurin.

Aki-Matilda Høegh Dam er í farloyvi, tá ið fólkatingið verður sett fyrsta týsdag í oktober.

Men varafólkið hjá henni, Markus E. Olsen, hevur sagt við grønlendska kringvarið, KNR, at hann fer at tosa grønlendskt á røðarapallinum, eins og Aki Matilda gjørdi undir orðaskiftinum í mai-mánaði um ríkisfelagsskapin.

- Tað hevur týdning fyri meg at fáa boðskapin út, sum hann er, uttan at hann kann misskiljast,og tá er best at tosa mítt móðurmál, segði Markus E. Olsen við KNR.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391