Neistin víðari í Europa Cup

23.09.2023 - 18:35
ÍtrótturHondbóltur
Neistin víðari í Europa Cup
Neistakvinnur hava í dag spælt seg víðari í EHF Europa Cup-kappingini yviri í Litava, men brotskøst máttu til, áðrenn samlaði sigurin var vunnin.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Mynd: Barbara Høj  
Fegnar Neistakvinnur eftir sigurin í dag, sum tryggjaði teimum enn eitt umfar í EHF Europa Cup-kappingini

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum tapti í gjár fyrra dystin fyri litaviska liðnum, Garliava, við trimum málum, men vann í dag við eisini trimum málum, so tað samanlagt stóð á jøvnum.

Brotskøst máttu til, so ein vinnari kundi finnast, og ta kappingina vunnu tær í Neistanum, so tær eru komnar víðari í EHF Europa League-kappingini.

- Kenslan er heilt fantastisk, tí hetta er fyrstu ferð, vit spæla okkum víðari, so vit eru øgiliga stoltar og glaðar, segði Brynja Høj í útvarpstíðindunum í kvøld.

- Í brotskastskappingini skoraðu tvær hjá okkum, men málverji okkara tók ikki færri enn fýra av brotskøstunum hjá litaviska liðnum.

Liðini skutu fimm brotskøst í part, og tær báðar, sum skoraðu fyri Neistan, vóru Bjørk Franksdóttir Joensen og Sólbjørt Høj.

Tá ið vanligi dysturin var liðugur, hevði Neistin annars vunnið 23-20, eftir at hava verið á odda 13-12 í hálvleikinum, og í vanliga dystinum vóru Maria Pálsdóttir Nólsoy og Bjørk Franksdóttir Joensen toppskjúttar við sjey málum í part.

H71-kvinnurnar, sum í gjár taptu við 10 málum fyri italska Erice, spæla seinna dystin hjá sær í morgin klokkan 17, og tað er niðri í Italia.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979