Kappingareftirlitið kunnger avgerðina í hesi vikuni

Kappingareftirlitið kunnger avgerðina í hesi vikuni
Talan er um seinna málið, har Kappingareftirlitið heldur, at Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina
Talan er um brot, sum sambært metingini hjá Kappingareftirlitinum eiga at geva Føroya Tele tilsamans 45 milliónir krónur í bót.
 
25.09.2023 - 13:07

Seinni í hesi vikuni fer Kappingareftirlitið at almannakunngera avgerðina, sum eftir øllum at døma var við til at fella Jan Ziskasen, stjóra í Føroya Tele.

Hetta er seinna av tveimum málum, har Kappingareftirlitið heldur, at Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina.

Í báðum málum er talan um brot, sum sambært metingini hjá Kappingareftirlitinum eiga at geva tilsamans 45 milliónir krónur í bót.

Tað váttar Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn avgerðin í seinna málinum er almannakunngjørd seinni í vikuni.

Bæði málini um Føroya Tele eru latin løgregluni, og tað verður í síðsta enda dómsvaldið, sum ger av, hvussu stórar bøturnar til Føroya Tele skulu vera.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531