Sleppur ikki í rektarastarvið fyrr enn á sumri í 2025

Sleppur ikki í rektarastarvið fyrr enn á sumri í 2025
Aðalstjórin í Útbúgvingarmálaráðnum hevur gjørt Honnu Jensen greitt, at tey vilja hava støðug viðurskifti á Miðnámi á Kambsdali, vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið
Hanna Jensen hevur aftur tikið sæti á tingi, og nú er greitt, at hon sleppur ikki aftur í tingið fyrr enn á sumri í 2025. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.09.2023 - 13:40

Hanna Jensen sleppur ikki aftur í sítt rektarastarv á Kambsdali fyrr enn á sumri í 2025 - sama um hon situr í tinginum til ta tíð ella ikki. 

Tað vísir innlit í upprit í Útbúgvingarmálaraðnum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Tann 22. desember í fjør tók Hanna Jensen sæti á tingi, og fekk farloyvi úr  sínum starvi sum rektari á Miðnámi á Kambsdali frá 10. februar í ár. 

Sambært grein 3 í løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna, hava løgtingslimir, ið eru í starvi hjá landinum, rætt til farloyvi.

Sambært somu lóg kann løgtingslimur ikki røkja eitt starv fulla tíð aftrat løgtingsstarvinum, og av tí at rektarastarvið er eitt fulltíðarstarv, má Hanna Jensen fara í farloyvi, skal hon røkja løgtingsessin. 

 

Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

 

Bað fyrst um hálvt ár aftrat

Sambært avtaluni, sum er undirskrivað 25. januar í ár, skuldi Hanna Jensen boða frá, um hon fór aftur í rektarastarvið 15. juni í ár.

Tann 16. juni skrivar Poul Geert Hansen til Honnu Jensen, at umbøn hennara, um at farloyvið verður longt eitt hálvt ár, verður ikki gingin á møti.

Hanna Jensen ætlaði sostatt at leingja farloyvið til januar í 2024, men tað sleppur hon ikki. Hon biður so um at leingja farloyvið í eitt ár, og fær játtandi svar. 

Hon hevur sostatt farloyvi til 1. august í 2024.

 

Tók umbønina aftur

Men nakrar fáar dagar seinni  - tann 19. juni - skrivar Hanna Jensen til Poul Geert Hansen, at hon kennir seg sannførda uim, at hon má afturkalla umsóknina um farloyvi, og biður hann vátta, at tað er í lagi. 

Tann 20. juni skrivar Poul Geert Hansen aftur til Honnu Jensen, at umbønin um at taka aftur umsókn um farloyvi,  er gingin á møti, og at hon verður rektari frá 1. august 2023 at rokna. 

Árni Dam tók sæti á tingi fyri Honnu Jensen.

Men tað vardi ikki leingi. 

 

Miðnám á Kambsdali.

 

Fór aftur í tingið

Tí í september tekur Hanna Jensen sum kunnugt aftur sæti á tingi.

Tann 14. september sendir Poul Geert Hansen enn eitt uppskot um avtalu millum partarnar, men nú eru tó onnur krøv til rektaran. Hon sleppur ikki aftur í rektarastarvið fyrr enn á sumri í 2025. 

Víðkað innlit í eitt innanhýsis uppritt, sum Kringvarpið hevur fingið, vísir, at hetta er eitt krav frá Útbúgvingarmálaráðnum. 

Í uppritinum, sum Poul Geert Hansen hevur skrivað, stendur millum annað, at aðalstjórin hevur gjørt Honnu Jensen greitt, at tey vilja hava støðug leiðsluviðurskifti á Kambsdali:

"Vit vilja tí hava, at hon fer í farloyvi alt tað, sum er eftir av hesum skúlaárinum og komandi skúlaár. Um farloyvistíðin verður longd eftir hetta, so verður tað fyri eitt heilt skúlaár í senn. Um so er, at Hanna Jensen kemur aftur úr farloyvinum, tí hon ikki er tingfólk longur, so mugu vit finna henni uppgávur og starv, inntil hon kann taka við rektarastarvinum aftur.

Ein stór byggiverkætlan, júst er farin í gongd á Kambsdali, hevur millum annað týdning, um óvissa er um leiðsluna," skrivar aðalstjórin millum annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. desember
Bolero - 29. desember 2024
185657
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta í Kollafjarðar kirkju
185654
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984