- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Hetta er tíðin, tá konfirmatiónir eru kring alt landið.
Tá hava tey ungu í nógvar vikur brúkt tíð í kirkjuni og hava hoyrt um krinstindómin.
Men tá konfirmatiónirnar er lidnar, ja so síggjast hesi ungu ikki aftur í kirkjuni. Og tað er ein stór avbjóðing, sum okkurt má gerast við, heldur Ann Hermansdóttir, studentaprestur.
Fyrr í ár var Ann Hermansdóttir í farloyvi, og tá brúkti hon nakrar vikur upp á eina verkætlan, sum snýr seg um, hvussu fólkakirkjan møtir teimum ungu.
- Eg havi prátað við nógv ung, og tey siga øll, at tey skilja einki av tí, sum prestur prædikar. Og tað haldi eg, er ein stórur trupulleiki, tí vit prestar mugu prædika, soleiðis at fólk skilja tað, vit siga, og kunnu onkursvegna seta tað í samband við sín egna gerandisdag, sigur Ann Hermansdóttir.
Sambært henni er neyðugt at hugsa øðrvísi.
- Eitt er, hvussu og um hvat, prestur prædikar, men harafturat er tað ein sannroynd, at ung fólk koma ikki í kirkju sunnudag klokkan 11, sigur Ann Hermansdóttir, sum hevur ítøkiligar ætlanir fyri at fáa tey ungu í kirkju.
- Eg kundi hugsað mær, at vit høvdu ungdómsgudstænastur, har vit umrøða evni, sum eru relevant fyri tey ungu. Tað kann vera um eitt nú ávriksótta, angist, einsemi og so framvegis, sigur Ann Hermansdóttir, sum hevur í hyggju at hava fyrstu ungdómsgudstænastuna áðrenn árið er liðugt.
Í morgunsendingini fortelur Ann Hermansdóttir um verkætlanina, hon hevur arbeitt við, og hvussu hon sær fyri sær, at fólkakirkjan betur kann møta teimum ungu.

