Landið hevði fingið meira í tøkugjaldi eftir gomlu skipanini

Landið hevði fingið meira í tøkugjaldi eftir gomlu skipanini
Tað verður ikki fyrr enn í desember, at tøkugjaldið verður tað sama, sum tað hevði verið eftir gomlu kunngerðini
Gamla lógin um tøkugjald hevði roynst betur hjá landskassanum, i, hon framvegis var í gildi. (Savnsmynd)
 
02.10.2023 - 13:25

Landið hevði fingið meiri í tøkugjaldi, um gamla lógin um tøkugjald hevði verið galdandi seinastu mánaðirnar og næstu tríggjar mánaðirnar. 

Orsøkin er, at nýggja lógin um tøkugjald hevur ein nýggjan variabul, nevniliga framleiðslukostnaðin.

Fyrr var tað miðal altjóða laksaprísurin, sum avgjørdi tøkugjaldið.

Nú er tað lutfallið millum framleiðslukostnaðin og miðal altjóða laksaprísin.

Framleiðslukostnaðurin er ein miðalkostnaður fyri hvørt kilo av laksi, sum er framleitt í Føroyum hálvárliga.

 

 

90 mió. minni

Óvanliga stóri miðal framleiðslukostnaðurin fyri tíðarskeiðið, sum hevur verið, hevði við sær, at landskassin fekk 90 milliónir krónur minni í tøkugjaldi, enn landsstýrið væntaði at fáa.

Henda støðan fer eisini at seta sín dám á tøkugjaldið í tíðarskeiðnum, sum er frá 1. oktober til 31. mars.

Sambært metingum hjá Fishpool um altjóða miðalprís á laksi næstu mánaðirnar, fer tøkugjaldið at liggja millum 0,5 og 2,5 prosent í oktober og november, men tað kemur upp á fimm prosent í desember.

Eftir gomlu lógini hevði tøkugjaldið ligið á fimm prosentum í oktober og november, altso munandi meiri enn í dag. 

Eftir gomlu lógini var tøkugjaldi fimm prosent, um prísurin var hægri enn 36 krónur kilo. Eftir verandi lóg og framleiðslukostnaði skal prísurin upp á 55 krónur, áðrenn tøkugjaldið kemur upp á fimm prosent. 

 

 

67 kr. í januar

Sambært Fishpool,l verður miðal marknaðarprísurin millum 50 og 60 krónur næstu mánaðirnir, men kemur væntandi upp á 67 krónur í januar. Tá verður tøkugjaldið 7,5 prosent. 
 
Tøkugjaldið verður roknað av avgjaldsgrundarlagnum, sum er kilo av kruvdum laksi, falda altjóða miðalprísin, sambært Fishpool.

Framleiðslukostnaðurin er sostatt knýttur at, hvussu nógvur laksur verður tikin.

Er tøkan lítil, hækkar kostnaðurin. Er hon stór, minkar kostnaðurin, og tøkugjaldið hækkar. 

Skuldi tað verið so, at tøkan veksur munandi næsta tíðarskeið, fer tøkugjaldið upp skeiðið eftir.

Hvussu nógv landskassin fær, veldst um, hvussu stór tøkan er, tá tøkugjaldið er stórt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096