Dalstunnilin skotin ígjøgnum í november

Dalstunnilin skotin ígjøgnum í november
Næsta ár verður hildið fram við arbeiðnum inni í tunlinum og at gera tunnilsvegin
Fyrsta skotið í Dalstunlinum var latið av fyri trimum árum siðani, og í november verður skotið ígjøgnum. (Savnsmynd)
 
06.10.2023 - 15:55

Dalstunnilin verður skotin ígjøgnum í november.

Tað upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Sólvit Nolsø, løgtingsmann. 

Fyrsta skotið var latið av 5. november í 2020.

Næsta ár verður hildið fram við arbeiðnum inni í tunlinum og at gera tunnilsvegin.

 

Breiðka vegin 

Ætlanin er at breiðka verandi vegir báðumegin tunnilin, soleiðis at tað verður høgligari at koyra.

Partur av vegnum í Húsavík er breiðkaður, men arbeiðið er ikki liðugt enn. Ætlanin er fyrst at breiðka vegin, har landið longu eigur økið fram við vegnum.

Tað hevur við sær, at vegurin ikki fær fulla breidd allan vegin, men møguleiki er at  gera hetta seinni, um tørvur er á tí, sigur Dennis Holm.

Dalstunnilin verður 2.165 metrar langur, og tilhoyrandi vegagerð  er 300 metrar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961