Ruth Vang: Vit eru til at tosa við

07.10.2023 - 13:24
Innlendis›Politikkur
Ruth Vang: Vit eru til at tosa við
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, harmast herðingarnar hjá sjúkrasystrunum og vísir samstundis á, at hon er til at tosa við.
Ruth Vang, landstýriskvinna í fíggjarmálum

- Eg eri ómetaliga hørm um, at semingsuppskotið, sum vit góðtóku bleiv vrakað av Sjúkrarøktarfelagnum.

Soleiðis sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur boðað frá, at felagið fer at herða verkfallið, sum byrjaði fyri seks døgum síðani. Frá mánadegnum, í ovurmorgin, fer verkfallið eisini at fevna um skurðambulatoriið B3, á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur dent á, at Fíggjarmálaráðið er til at samráðast við.

Mánadagin, 9. oktober, fer Landssjúkrahúsið at biða um undantøk í samband við herda verkfallið, sum fevnir um skurðambolatoriið á B3.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210