- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Symfoniorkestur: Játtanin má økjast

Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, óttast, at hetta kann hava við sær, at øll mál og menningartiltøk steðga, og at orkestrið fer at noyðast at minka um virksemið.
Í fjør vórðu játtaðar 2,5 milliónir krónur, og sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2024, skal játtanin vera tann sama næsta ár eins og komandi árini.
Í umbøn til fíggjarnevndina um hægri játtan skrivar stjórin, Hans Petur í Brekkunum, at Føroya Symfoniorkestur er í stórari menning.
At Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna og aðrir samstarvspartar seinastu árini hava veitt økta játtan og stuðul, hevur havt við sær, at full ferð er sett á menningina.
Verður játtanin ikki økt, fer tað at hava við sær, at øll mál og menningartiltøk steðga og óhugsandi er ikki, at orkestrið noyðist at minka um virksemið, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Føroya Symfoniorkestur varð sett á stovn og spældi fyrstu konsertina summarið 1983, og fyllir sostatt 40 ár í ár.












