Góðan morgun Føroyar

Svenskur málmyndil stinnur í føroyskum
19-10-2023
GPT-SW3 tykist taka atlit, ið eru nærri okkara mentan, sigur Iben Nyholm Debess, leiðari á Máltøknideplinum á Setrinum

ChatGPT og aðrir málmyndlar fylla alsamt meiri í gerandisdegnum.

Er tað skilagott, at vit brúka teir stóru myndlarnar, ið ofta eru amerikanskir, ella eiga vit at gera okkara egnu?

Tann spurningin settu sviar sær. Niðurstøðan var, at tað er frægari at gera sínar egnu.

Hetta var byrjanin til málmyndilin GPT-SW3.

Tað er AI Sweden, ið er ein lutvíst statsstuðlað verkætlan, sum stendur aftan fyri svenska myndilin.

Í GPT-SW3 er dentur lagdur á at læra svenskt til lítar. Myndilin var fóðraður við eini rúgvu av svenskum teksti. Men eisini donskum, norskum, íslendskum og enskum.

Tað tók myndlinum 72 dagar at tyggja seg ígjøgnum alt tilfarið. Soleiðis bleiv GPT-SW3 til. Hann dugir væl svenskt. Harumframt eisini danskt, norskt, íslendsk og enskt. Tað var væntað.

- Men eitt tók okkum á bóli, segði granskingarleiðarin Magnus Sahlgren í grein í tíðarritinum Zetland. - Skipanin dugir eisini rættiliga væl føroyskt.

Vit vita ikki hví, legði hann aftrat.

Besta boðið er, at føroyskt hevur fjalt seg í onkrum tilfari, sum myndilin hevur fingið. Í løtuni sita granskarar í Føroyum og kanna málið, segði Sahlgren at enda.

Og tað var Máltøknidepilin á Setrinum, ið boðaði svensku granskarunum frá hesum.

Iben Nyholm Debess, samskipari á Máltøknideplinum, sigur, at tey vóru fegin, tá tey funnu út av, at GPT-SWE dugir so mikið væl føroyskt.

Hon heldur tó ikki, at tað er so løgið.

- Um eitt fólk dugir svenskt, norskt, danskt og íslendskt til lítar, dugir viðkomandi ivaleyst eisini nokkso væl føroyskt.

Í løtuni er einki kjatmenni knýtt at svenska myndlinum, men tað kemur einaferð í framtíðini.

Tá verður áhugavert hjá føroyingum at royna GPT-SWE.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026