- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeivur sum ein hani
Orð og løg frá Jóan Jakku Guttesen hava í mong ár ríkað føroyska tónleikaheimin.
Fáur megnar sum Jóan Jakku og hansara vinfólk í Tinganesti og Vágaverki at fáa lív í fjøldina á konsertum og festivalum.
Rock´n´roll og hippierørsla í 60unum myndaðu unga gávuríka mannin úr Sørvági, sum ikki vildi vera akademikari sum vinmenninir, men setti æru í at vera proletarur.
Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.
Skeivur sum ein hani
Orð og løg frá Jóan Jakku Guttesen hava í mong ár ríkað føroyska tónleikaheimin. Fáur megnar sum Jóan Jakku og hansara vinfólk í Tinganest og Vágaverk at fáa lív í fjøldina á konsertum og festivalum.
Rock'n'roll og hippierørsla í 60unum myndaðu unga gávuríka mannin úr Sørvági, sum ikki vildi vera akademikari sum vinmenninir, men setti æru í at vera proletarur. Umframt at skriva eina perlurøð av sangum, sum flestallir føroyingar duga uttanat, hevur hann arbeitt við pensli og blikki sum málari.