Góðan morgun Føroyar

Í ítróttasálarfrøði ræður um at finna tað, sum riggar hjá tí einstaka
25-10-2023
Eyðvør Klakstein er fótbóltsspælari og arbeiðir við ítróttasálarfrøði

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum er saman í løtuni í sambandi við Nations League-dystir móti Aserbadjan og Kypros.

Eyðvør Klakstein er í hópinum, og hon hevur góðar vónir til hesar dystirnar. Munurin á liðunum er ikki stórur, og tí fara Føroyar eftir øllum stigum.

Eyðvør vísir eisini á, at liðið er í eini spennandi menning, nu Signe Pries Andersen hevur tikið við starvinum sum høvuðsvenjari.

Nú leggja vit okum í størri mun eftir at hava bóltin, og tað dámar mær væl, sigur hon.

Umframt at vera fótbóltsspælari hevur Eyðvør Klakstein eisini tikið bachelor í sálarfrøði á The Open University og master í ítrótta- og rørslusálarfrøði á Staffordshire University í Onglandi.

Serritgerðin snúði seg um, hví gentur gevast á ungdómslandsliðnum í fótbólti.

Ein trupulleiki er, at tær ofta mangla eitt greitt mál í fótbóltshøpi, vísir Eyðvør á. Annað er, at tær sakna tann góða felagsskapin og tí leita aðrar vegir.

Fleiri gentur fáast eisini við annan ítrótt, og tí vera ítróttagreinirnar samanbornar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026