Góðan morgun Føroyar

Kroppurin kann yngjast
26-10-2023
Beinbroyskni snýr seg um javnvágna millum niðurbróting og uppafturbygging í beinagrindini, og til ber at ávirka hesa javnvág.

- Vit skulu gevast við at brúka kronologiskan aldur til at meta um fólk eru ung ella gomul.

Soleiðis sigur Magni Mohr, professari og granskari, tí nógv av teimum, ið eru komin upp í árini, eru so væl fyri, at talan ikki er um ein gamlan kropp, sjálvt um árini ikki lúgva.

- Vit síggja ikki fyrimunirnar við at hava nógv eldri, sum eru funktionel og aktiv á fleiri pallum í samfelagnum, men heldur sum ein belastning.

Tey eldru, sum talan er um her, eru í stóran mun tey, sum hava ansað eftir sær sjálvum við at hava ein sunnan lívsstíl. Tey hava etið góðan mat og hava vant rætt.

Beinbroyskni er ein vandi, sum bæði kvinnur og menn koma í, tá tey gerast eldri. Hjá kvinnum er tað serliga um skiftisárini, at vandin gerst størri, um ikki ein innsatsur verður gjørdur.

Tað eru serliga bóltspøl, badminton, fimleikur, gongd í náttúru, hockey og líknandi, sum eru góð fyri beinagrindina, tí tú tá rørir teg á ymiskan hátt, heldur enn bara at ganga ella renna beint fram.

Tú kanst við at venja soleiðis hjálpa beinagrindini við at endurnýggja seg sjálva, soleiðis at hon heldur seg unga, og kann enntá yngjast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026