Góðan morgun Føroyar

Lívssøgan um Robert givin út
30-10-2023
Tað er miðlamaðurin, Hilmar Jan Hansen, sum hevur skrivað lívssøguna um Robert McBirnie

Søgan um krígsbarnið Robert er ikki ein søga um happing og mismun, men søgan um eitt langt og gott lív við nógvum upplivingum.

Mamman var framskygd og umhyggin, so hon kundi geva barni sínum alt tað besta, ið bara ein mamma kann geva.

Pápin gjørdist ongantíð ein virkin partur av lívinum og gerandisdegnum, men hevur altíð verið har, og er hvørki duldur ella gloymdur.

Søgan er eisini um at finna sínar røtur, og at fáa lagt teir ymsu brikkarnar í lvísins puslispæli upp á pláss.

Síðst, men ikki minst, er hetta søgan um alt hitt, sum er hent á longu lívsleiðin, bæði familju, lívsstarv, sang, tónleik, undirhald og alt møguligt aftrat.

Høvuðspersónurin og rithøvundurin vitjaðu morgunsendingina, har teir umrøddu bókina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni og Frændur
24-09-2026
Nirvana og veðrið
24-09-2026
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Prát og veðrið
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026
Tey ungu og PISA, vitlíki og heilin
17-09-2026