Góðan morgun Føroyar

Stoisima kann geva sálarró
31-10-2023
Hóast stoiska læran er 2500 ára gomul, kann hon vera gagnlig hjá okkum í dag, siga Brandar Heðinsson og Ragnar Finsson

11.novembur verður ráðstevnan StoicomX hildin í Finsen í Havn.

Hon snýr seg um stoisimu; ein heimsspeki- og lívslæra úr forna Grikkalandi, sum hevur vunnið seg fram aftur seinastu árini.

Tað eru Brandar Heðinsson og Ragnar Finsson, ið hava tikið stig til ráðstevnuna.

Henda læran er rættiliga gomul. Eini 2500 ár skulu vit aftur fyri at finna upprunan. Men kortini er tað ein sannroynd, at nógv fólk framvegis leita sær til stoisismuna.

Lykilin til javnvág og at hava tamarhald á sínum kenslum eru dygdir sum rættvísi, mátahald, vísdómur og dirvi.

Hetta eru dygdir, sum í dagsins samfelag ikki altíð eru í fremstu røð, halda fyriskipararnir.

Teir vísa eisini á, at nógv villeiðandi tilfar er á sosialu miðlunum, sum sigur seg vera stoiskt.

Víst verður til dømis á umstrídda, Andrew Tate, ið varpar broisimu út.

Henda læran gongur tó als ikki meginreglunum í stoisimuni á møti, vísa Brandar Heðinsson og Ragnar Finsson á.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, brøv frá 1807, føroysk filmsrøð í Svøríki
29-01-2026
Veðrið, lesa í Suðurkorea, jazzur í Føroyum
27-01-2026
Veðrið, vitlíki og tónleikur, týdningurin av at halda steðgir
26-01-2026
Veðrið, kvinnujólaborðhald og spurnarkapping
23-01-2026
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Veðrið og Artemis 2
21-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, veitsla í Oslo, kapping
16-01-2026
Veðrið og EM-hondbóltur. Gestir: Turid Lakså, Rúni Djurhuus. Henny á Líknargøtu og Suni Merkistein
15-01-2026
Veðrið, sangkapping í Norra og granskingarverkætlan um fuglar
14-01-2026
Veðrið, Norrøna til Oslo og ráðhúsini í Runavíkar kommunu
13-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll
12-01-2026