- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Í øðrum parti ferðast hin rusuti móti fjallinum. Nógv tíð og orka fer til at fáa loyvi í lagi. Tað stressar hin rusuta. Hinvegin hjálpir at hitta ein ferðamann, sum júst er komin niður aftur av Aconcagua og hevur nøkur góð ráð í skjáttuni. Stóra avbjóðingin er, at krím er farið at ganga í ferðalagnum, og hjá hinum rusuta er búkilska farin at gera um seg.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.