- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Búkilska oyðileggur stóra dagin, tá fjallatúrurin byrjar. Hin rusuti fær ikki fylgt við hinum í ferðalagnum. Lagið verður ikki betri av, at hin rusuti missir einatjaldið og nú noyðist at deila tjald við einum norðmanni, sum óttast fyri at verða smittaður við búkilskuni. Men glottar eru fyri framman. Dagin eftir sæst Aconcagua fyri fyrstu ferð.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.