-Fiskimannafrádrátturin átti heldur at vaksið

05.11.2023 - 13:39
Innlendis›Samfelag
-Fiskimannafrádrátturin átti heldur at vaksið
Fiskimenn hava ikki sømdir, sum aðrir samfelagsbólkar hava, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, nú samgongan ætlar at minka fiskimannafrádráttin.

Landsstýrið legði fríggjadagin fram sínar ætlanir um skattaumskipan fyri 2024 og 2025. Serligar skattaskipanir avlaga arbeiðsmarknaðin, heldur landsstýrið, sum tí millum annað vil minka fiskimannafrádráttin.

Frádrátturin, sum í dag er 14% av 470.000 krónum, skal sambært skattaumskipanarætlanini hjá landsstýrinum minka í tveimum. Í 2024 verður frádrátturin 14% av 400.000 krónum og í 2025 verður hann 14% av 300.000 krónum. 

-Hetta er ikki í lagi. Fiskimannafrádrátturin er einasta sersømdin, fiskimenn hava í mun til onnur. Tí átti frádrátturin heldur at vaksið, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961