Góðan morgun Føroyar

Ung fáa varandi skaðar av snúsi
06-11-2023
- Vit síggja alsamt fleiri ung fólk, sum hava skaðar av snúsi, sigur Ingibjørg Hansen, tannlækni.

Slímhindur í vánaligum standi, mislittar tenn og eymir tannhálsar.

Tað er veruleiki hjá alsamt fleiri ungum fólkum.

Orsøkin er snús.

- Tað er blivið meira vanligt, at vit sum tannlæknar síggja ymiskar skaðar í munninum hjá teimum ungu. Og hetta eru skaðar sum standast av snúsi, sigur Ingibjørg Hansen, tannlækni í Barna- og ungdómstannrøktini í Havn.

Sambært tannlæknanum tykist tað, sum at fleiri als ikki vita um teir skaðarnar, ið kunnu standast av at brúka snúsposar. Tí eru tannlæknarnir í Barna- og ungdómstannrøktini eisini farnir í størri mun at upplýsa børn og ung um snús, og hvussu tað ávirkar tannheilsuna.

Í morgunsendingini greiðir Ingibjørg Hansen frá snúsi og skaðunum, sum tannlæknar síggja í munninum hjá teimum ungu, sum snúsa.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026