Góðan morgun Føroyar

Foreldur vilja ikki, at børnini skulu vigast
07-11-2023
Rákið byrjaði fyri fáum árum síðani og kann vera ein avbjóðing fyri heilsufrøðingar á skúlunum kring landið.

Tað er blivið alsamt meira vanligt, at foreldur ikki vilja, at barn teirra skal vigast, tá tað fer til heilsufrøðing í skúlanum.

Og tí kemur tað fyri, at tá børn koma inn um hurðina hjá heilsufrøðinginum, hevur eitt barn ein lepa við, har tað stendur, at barnið ikki skal vigast.

Hetta er ein avbjóðing fyri heilsufrøðingar kring landið, tí tað vísir seg, at talið á børnum, sum viga ov nógv, er vaksandi.

- Tað er umráðandi hjá okkum at kenna vektina hjá barninum umframt trivnað, hædd og annað. Er vektin ov høg, kunnu vit sum skjótast hjálpa og vegleiða barn og foreldur, sigur Unna Hansen, heilsufrøðingur í Gigni.

Hóast til ber at síggja, hvussu eitt barn trívist og mennist, við at síggja barnið og práta við tað, so hevur sjálv vigingin eisini týdning.

- Vit síggja út frá tølum, at børnini í 70unum vigaðu væl minni, enn tey gera í dag. Vektin er sum heild blivin hægri, so hvørt sum árini ganga. Um vit ikki viga børnini, kann tað skjótt blíva til tað, at vit venja okkum við at síggja børn, ið viga ov nógv, og tí ikki bjóða teimum hjálp og vegleiðing, sigur Inga Old, sum er heilsufrøðingur í Gigni.

At børn og ung viga alsamt meira er ein avbjóðing, og tí hevur Gigni júst latið upp eina klinikk, sum skal hjálpa teimum, ið viga alt ov nógv.

Í morgunsendingini fortelja Unna Hansen og Inga Old um rákið, har foreldur ikki vilja, at børnini skulu vigast, og hví hetta ger arbeiðið hjá heilsufrøðingum avbjóðandi.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið og EM-hondbóltur. Gestir: Turid Lakså, Rúni Djurhuus. Henny á Líknargøtu og Suni Merkistein
15-01-2026
Veðrið, sangkapping í Norra og granskingarverkætlan um fuglar
14-01-2026
Veðrið, Norrøna til Oslo og ráðhúsini í Runavíkar kommunu
13-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll
12-01-2026
Veðrið, hondbóltur og arkitekturur
12-01-2026
Veðrið, nýggjárskonsert og kapping
09-01-2026
Veðrið, Heilbrigdi, Messan
08-01-2026
Veðrið, Reyði Krossur í Etiopia, kuldi í Svøríki
07-01-2026
Turið Poulsen um veðrið, Lone Wernblad við nýggjum útgávum, og Hallstein Sigurðsson um Ung '85
06-01-2026
Veðrið og nýggjárslyfti
05-01-2026
Hoyr alla sendingina
02-01-2026
Veðurforsøgnin og nýggja svimjihøllin í Runavík
30-12-2025