- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Anna Poulsen 100 ár
07-11-2023
Hon er fødd 7. novembur í 1923.
Fyrsta mánaðarlønin hon fekk var 25 krónur. Hon vaks upp í Porkeri og giftist til Tvøroyrar. Og hóast hon í fyrstuni longdist ógviliga illa aftur í heimbygdina, hevur hon trivist væl á Tvøroyri.
Í dag fyllir Anna Poulsen á Tvøroyri 100 ár. Í gjárkvøldið hitti Tórður Mikkelsen føðingardagsbarnið, sum nú býr á Suðuroyar ellis- og røktarheimi.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026