Góðan morgun Føroyar

Ongantíð liðugur at avmynda Føroyar úr erva
08-11-2023
25 ár eru liðin, síðani Andreas Mouritsen byrjaði at flúgva í Føroyum. Hesi árini hevur tyrluskiparin tikið eina rúgva av myndum úr øllum landinum.

Tá dronurnar komu fyri nøkrum árum síðani, hugsaði Andreas Mouritsen, at nú hevði hann helst givið sína seinastu loftmyndabók út.

Tað vísir seg tó, at dronan als ikki megnar tað sama sum tyrlan. Hon kemur upp í heilt aðrar hæddir og kann flúgva í mest sum øllum veðri.

Á flogi er triðja yndabók hjá Andreasi Mouritsen. - Tekniskt eri eg kanska ikki heilt dagførdur,  viðgongur hann.

Fyri Andreas Mouritsen hava myndaevnini størri týdning enn tekniski parturin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026