- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Summi av teimum, sum búgva á sambýlinum á Mýrini hava búð á somu adressu fyrr, hóast umstøðurnar vóru heilt øðrvísi. Tey húsini vórðu rivin niður fyri at geva pláss fyri nýggja heiminum.
Bjørg Arge er leiðari á sambýlinum, og saman við hinum starvsfólkunum er tað hennara uppgáva at gera sambýlið so heimligt og hugnaligt sum gjørligt, umframt at fáa gerandisdagin hjá búfólkunum góðan. Tey leggja seg eftir at ganga teirra ynskjum á møti í so stóran mun, sum tilber.
- Hesi fólk eru ymisk og hava ymiskan tørv, so tað mugu vit leggja dent á. Um tey ynskja at vera fyri seg sjálvi, so sleppa tey sjálvandi tað, men tey skulu ikki vera einsamøll. So hjálpa vit til og tendra teimum sjónvarpið ella seta okkum hjá teimum og fáa eitt deiligt prát, sigur Bjørg.
Vit vitja eisini í íbúðini hjá Tórði í Puntabyrgi og hjá Sigrun.

