Góðan morgun Føroyar

Hornflokkurin í Fuglafjarðar skúla
09-11-2023
22 næmingar í 2. flokki í Fuglafjarðar skúla ganga allir til hornspæl.

Í Fuglafjarðar musikkskúla eru tey farin undir spennandi átak. Allir næmingar í 2. flokki hava fingið boðið at spæla horn. Og allir næmingar hava tikið av tilboðnum.

22 hugagóðir næmingar hava nú blást í nýggju ljóðførini í 3 vikur, og tað gongur skjótt og væl at læra.

Lærari teirra er lokali Jóhan Hentze, sum eisini er leiðari fyri Fuglafjarðar hornorkestur. Hann - og øll onnur í Fuglafirði vóna, at fruktirnar av hesum eisini síggjast aftur í hornorkestrinum um eina tíð.

Á skúlanum í Fuglafirði gleða tey seg til fyrstu framførsluna, sum vónandi ikki verður um ov langa tíð.

Morgunsendingin var við til venjing.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026