Góðan morgun Føroyar

Nýtt sjósavn við nýggjum stjóra
09-11-2023
Eitt nýtt framkomið sjósavn stendur væntandi liðugt í 2027.

Føroya Sjósavn var sett á stovn í 2006, við ti endamáli at sýna fram dýr og plantur, sum liva í sjónum á okkara leiðum. Føroya Sjósavn heldur til í gamla íshúsinum á Argjum.

Nú skulu vit hava nýtt framkomið sjósavn, sum væntandi fer at kosta millum 80 og 90 milliónir kr. Sjósavnið fer at rúma fjølbroyttum virksemi og skal virka sum ein altjóða vitanardepil fyri havumhvørvið í arktiska økinum.

Eldsálin Bjørki Geyti, ið setti Føroya Sjósavn á stovn, og hevur staðið á odda fyri tí øll árini hevur lagt frá sær fyri aldur. Í hansara stað er Heini Hátún settur at standa fyri arbeiðinum at projektera, byggja og reka nýggja sjósavnið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026