Stórur sjódreki á veg til Føroya

Stórur sjódreki á veg til Føroya
Svenska orkufyritøkan Minesto er liðug við royndirnar á landi í Vestmanna við nýggja sjóvarfalsdrekanum Dragon 12 og er nú í ferð við at flyta tann 1,2 megawatt stóra drekan
 
09.11.2023 - 18:43

Hetta er seinasta stigið í ætlanini at taka í nýtslu ein nýggjan og nógv størri dreka, sigur Minesto sambært orkan.fo.

Svenska fyritøkan sigur annars, at uppstiganin av tí verandi 100 kilowatt stóra Dragon 4 drekanum er liðug,  og hann framleiðir nú orku inn á netið hjá SEV.

Minesto hevur stórar framtíðarætlanir við sjóvarfalsorku á fýra ymsum plássum í Føroyum. Tá ið hesar eru útbygdar, metir svenska fyritøkan, ið samstarvar við SEV, at sjóvarfalsorkan kann nøkta 40 prosent av streymtørvinum í Føroyum, skrivar orkan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037