Umráðandi at viðkvæmar upplýsingar enda á røttum hondum

Umráðandi at viðkvæmar upplýsingar enda á røttum hondum
Fleiri av teimum, sum vóru við í kyksilvurkanningunum, hava fingið úrslitið sendandi á hotmail- og gmail-adressum
Tóri Højgaard er stjóri í Dátueftirlitinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2023 - 12:20

- Tað er umráðandi at tryggja sær, at tað er rætta fólkið,  sum tekur ímóti, tá ið viðkvæmar persónsupplýsingar verða sendar.

Tað sigur Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum. 

Í vikuni fingu fleiri av teimum, sum eru fødd í 1986 og 1987, og sum hava verið við í kyksilvurkanningum hjá Páli Weihe, yvirlækna, teldupost við úrslitinum av hesum kanningunum. 

Telduposturin var sendur á gmail- og hotmail-adressur, sum í summum førum ikki verða nýttar longur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10112023_Tori_Hojgaard

 

Heilsuupplýsingar og dátutrygd vóru viðgjørd í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069