Trý ára gamla Nora má bíða

Trý ára gamla Nora má bíða
Familjan í Vestmanna er farin at ótolnast. Útlit fyri uppaftur meiri bíðitíð og harvið pínu og lítlum svøvni, vaksa fyri hvønn dag verkfallið heldur fram.
10.11.2023 - 19:38

Trý ára gamla Nora hevur darvast so mikið við trupuleikum við oyrunum, frá tí hon var fødd, at henni hevur tørvað dren í oyruni. 
Beint fyri ólavsøku í ár, datt drenið úr, og Nora hevur síðan hetta verið sera ávirkað av tí. 
 
Nora hevði eina tíð til skurðviðgerð fyri trimum vikum síðani. 
Av tí at Nora skal innleggjast á barnadeildini, í samband við skurðviðgerðina, bleiv skurðviðgerðin tá útsett, orsaka av verkfalli. 

Í fyrstu syftu er skurðviðgerðin útsett til síðst í hesum mánaðinum. 

Ein gerandisdagur við lítlum svøvni og nógvari pínu, heldur fram. 

Sjálv bíðar Ásvør eisini eftir at sleppa undir skurð, men stúrir fyri at eisini hennara skurðviðgerð verður útsett. 

Við útlitum fyri meiri bíðitíð og lítlum svøvni, er familjan í Vestmanna nú farin at ótolnast. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328