Góðan morgun Føroyar

Skal samstarva við Oxford University
14-11-2023
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, skal búgva og starvast ein mánað á universitetinum.

Síðani 2017 hevur Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Havstovuni, samstarva við professara úr Oxford University í Onglandi. Professarin, Tim Guilford, hevur í fleiri umførum verið í Føroyum og gjørt fuglakanningar saman við Jóhannisi. Teir hava m.a. kannað, hvussu skrápur ferðast.

Tim Guilford hevur dámt samstarvið so mikið væl, at hann nú hevur boðið Jóhannisi at vera 'vitjandi vísindafólk' á Oxford University. Har skal Jóhannis samstarva við eina granskingardeild, sum nevnist Navigational Group. Tað er serliga á sokallaðum "brain storming sessions", at tey vilja gagnnýta vitanina, sum Jóhannis Danielsen hevur um fugl og lívfrøði.

19. februar fer Jóhannis til Oxford, har hann verður í ein góðan mánað.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026