Góðan morgun Føroyar

Har eru tvey ting at gera
14-11-2023
Hvussu veitst tú, um tað er Facebook sum skrivar til tín, ella um tað eru sníkar, ið ætla sær atgongd til tín vanga?

Tað ørkymlar, nú vit fáa boð á Messenger og umvegis teldupost um, at Meta ella Facebook vil hava okkum til at broyta loyniorð ella tøppa inn kortupplýsingar til dømis. Tað ørkymlar meira enn tað plagdi, tí boðini nú eru á føroyskum. Tað plagdi at vera lættari at skyna á nær boðini vóru følsk, tí tey vóru á donsum ella enskum. 

- Tað er eitt vandatekin, tá tú fært eini boð frá einum sosialum miðli á føroyskum, tí tey fara ikki at venda sær til okkum á føroyskum. Tað hava tey als ikki fólk til. Eru boðini føroysk, er tað sanlíkt vitlíki, sum hevur umsett, sigur Jákup Brúsá, serfrøðingur í sosialum miðlum.

Hann hevur tvey góð ráð til tín, sum ivast í, um boð eru ektað ella følsk:

1. Meta fer ongantíð at senda tær boð umvegis messenger, og tey frámerkja teg heldur ongantíð í einum uppslagi av nøkrum slag. Tey senda altíð teldupost.

2. Fært tú ein teldupost sum sær út til at koma frá Meta, Netflix ella øðrum, sum kunnu hugsast at senda tær boð, kanna teldupostadressuna, sum hevur sent tær boðini. Hetta kann gerast við at trýsta á navnið á avsendaranum. So sært tú, um tað samsvarar.

Dømi: Facebook nýtir bert hesi økisnøvn: @fb.com, @facebook.com, @facebookmail.com.
Tað sama er galdandi við øðrum avsendarum, sum tú kanst vænta at fáa boð frá. Er tað ein veruligur teldupostur, er tað ikki frá nøkrum einstøkum persóni ella einari teldupostadressu sum sigur nakað annað.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, danskt melodi gran prix
13-02-2026
Veðrið, hemaragransking og Melodi Grand Prix
12-02-2026
Veðrið, OL, valútlit, ringanna harri
11-02-2026
Í arbeiðinum at smíðja Barnalógina er stór frágreiðing gjørd um, hvat børn og ung halda vera eitt gott lív
10-02-2026
Útvið 15 føroyskir prestar hava júst tikið útbúgving í bíbilskari sálarrøkt
10-02-2026
Veðrið, børn og ítróttur, Nansý Sunadóttir
10-02-2026
Veðrið, bíbilsk sálarrøkt og máltøkni
09-02-2026
Veðrið, Hoydalar og kapping
06-02-2026
Veðrið, par í 30 ár, ársins leiðari
05-02-2026
Veðrið, protestsangir og fríkavari
04-02-2026
Veðrið, Føroya elsta skótalið og kríggsveteranur
03-02-2026
Veðrið, fótbóltsgreinari, Rásin
02-02-2026