Góðan morgun Føroyar

Við føroyska bátinum ert tú nærri náttúruni
15-11-2023
Tað heldur Samson Højgaard, sum var kosin Ársins Eldsál av Ferðavinnufelagnum í farnu viku.

Grundgevingina er hann errin um og heldur hana næstan vera ov nógv av tí góða, tí har stóð millum annað:

Ein sannur mentanarberi. Eldhugaður og við ágrýtni strembar hann eftir at varðveita og greiða frá føroysku mentanini. Hann leggur alt í at endurskapa eftir gomlum siði. Á ektaðan hátt, avhendar hann ferðafólki eina uppliving av staðbundna siðaarvinum framvið sjóvarmálanum.

Hetta við siðaarvinum er týdningarmikið hjá Samson at bera víðari, og tað ger hann við fyritøku sínari boat.fo. Hann er útbúgvin fiskivinnufrøðingur, sum síðan hevur tikið ferðaleiðaraútbúgving.

- Eg havi nógvar royndir við fiskivinnu og sjógvi, og tað eru hesar, eg taki við mær, tá eg fari út við ferðafólki. Orsøkin til, at tað júst er føroyski báturin, sum eg brúki, er tann ektaða og friðarliga kenslan, sum tú fært í einum føroyskum báti.
Hetta at hava tíð er týdningarmikið hjá Samson Højgaard. Kenslan av at tað ikki skal ganga so skjótt fyri seg er partur av upplivingini, sum ferðafólk úr øllum heiminum royna, tá tey koma til Føroya - ja sjálvt á brúðarferð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026