Sverri tikin út til Olympisku leikirnar

Sverri tikin út til Olympisku leikirnar
Sverri Sandberg Nielsen skal rógva á Olympisku leikunum í París í summar. Miðvingurin verður at síggja í danska einskullaranum
Sverri Sandberg Nielsen er tikin út til danska OL-hópin
 
16.11.2023 - 08:00

Sverri Sandberg Nielsen er tikin út til Olympisku leikirnar í París næsta summar.

Miðvingurin mannar eins og í Tokyo danska einskullaran í rógving. Tað kunngerð olympiska nevndin hjá Danmark fyrrapartin.

 - Tað eru fá, sum hava stuðul úr tveimum londum, men tað havi eg, og tað eri eg glaður fyri. Føroyingar fylgdu væl við, tá eg róði undir seinastu leikunum, og finalan lá á tjoðardegnum. Soleiðis verður aftur í ár, og eg vóni at kunna gera veitsluna so góða sum gjørligt, sigur Sverri Sandberg Nielsen við roning.fo.

 - Vit eru fegin um, at vit longu nú kunnu taka Sverra út til OL í París. Sverri er ein krútsterkur íðkari í heimsflokki, og tað verður sera spennandi at fylgja hansara roynd at vinna eitt olympiskt heiðursmerki. Vit eru vís í, at hann fer at umboða bæði Danmark og Føroyar upp á besta máta, sigur Søren Simonsen úr danska Ítróttarsambandinum.


Ein royndari rógvari

Tað var í 2021, at Sverri Sandberg Nielsen akkurát ikki rakk heiðursmerkjum í Tokyo. Miðvingurin fekk eina góða byrjan og lá eitt skifti fremst, men eftir 2000 metrum var hann yvirhálaður tríggjar ferðir - seinastu ferð mestsum á mállinjuni.

Eftir hetta valdi føroyingurin at taka ein longri steðg frá rógvingini.

 - Tað var gott at steðga á í eina tíð eftir Tokyo, sigur Sverri Sandbarg Nielsen, sum viðgongur, at hann helst var givin, um hann hevði fingið heiðursmerki ta ferðina.

 - Nú komi eg til París sum ein klókari og royndari rógvari. Eg verði betur og betur fyri, og meir og meir ferð kemur á bátin. Eg gleði meg, sigur føroyski rógvarin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744