Góðan morgun Føroyar

Mugu venja seg við nýggju tilveruna í Vestmanna
16-11-2023
- Vit vóru ikki líka nógv stýrd av klokkuni í Stóru Dímun, soleiðis sum vit eru í dag, siga Erla og Janus úr Dímun, sum í fjør fluttu úr oynni og til Vestmanna at búgva.

- Munurin er øgiliga stórur.

Orðini eigur Erla úr Dímun. Í fjørheyst fluttu hon og maðurin, Janusi úr Dímun, og tey trý børnini úr Stóru Dímun til Vestmanna at búgva. Áðrenn hetta høvdu tey verið fastbúgvandi í Stóru Dímun í 12 ár.

- Størsti munurin á okkara gerandisdegi tá og nú, er nokk tann, at úti í oynni er mann ikki líka nógv stýrdur av klokku. Nú er tað soleiðis, at hvørja viku skulu børnini út úr húsinum til ítriv, tiltøk og ymiskt annað. Tað var øgiliga torført at byrja við, og kann framvegis vera ein avbjóðing til tíðir, sigur Erla úr Dímun.

Eisini maður hennara, Janus úr Dímun, heldur, at gerandisdagurin er broyttur nógv, síðani familjan flutti til Vestmanna, haðani Erla er ættað og uppvaksin.

- Í oynni hevur tú tínar planir og ikki so nógv annað at fyrihalda teg til. Her skalt tú onkursvegna planleggja dagarnar saman við øðrum, sigur Janus úr Dímun og vísir á, at dagarnir úti í Dímun tó eisini kundu kennast rokutir.

- Har er hektiskt upp á ein annan máta. Er tað hektiskt í Stóru Dímun, so er tað tí, at tú sjálvur hevur valt, at tað skal vera hektiskt tann dagin, sigur Janus úr Dímun.

Í morgunsendingini hyggja Erla og Janus úr Dímun aftur á tey tólv árini, tey búðu í oynni, og greiða frá nýggju tilveruni í Vestmanna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026