- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindavíkingar sleppa ikki heimaftur fyri jól

Nú er ein vika síðan at grindavíkingar vórðu fluttir úr Grindavík, og burtur frá húsi og heimi, orsaka av vanda fyri eldgosi.
Frá einum degi til annan, er gerandisdagurin hjá útvið 4000 fólkum endavendur.
Á einum tíðindafundi í dag, har m.a borgarstjórin í Grindavík og Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri luttóku, fingu tey so eisini boðini, at tey ikki skulu rokna við at sleppa heimaftur, áðrenn jól.
Seinastu vikuna hava íslendsku myndugleikarnir, undir skipaðum umstøðum, lova grindavíkingum aftur eftir einkultum virðislutum. Enn hevur tó ikki eydnast øllum av teimum at sloppið innaftur til Grindavíkar og hetta hevur skapt eina ávísa misnøgd ímillum fólkið.
Hanna í Horni er føroysk sendikvinna í Íslandi. Hon fylgir, sum vera mann, íkomnu støðuni í Íslandi.











