Høgtíðsgudstænasta í Vesturkirkjuni

Høgtíðsgudstænasta í Vesturkirkjuni
Klokkan 11, verður høgtíðsgudstænasta í Vesturkirkjuni, tí tveir prestar hava verið í tænastu í 25 ár
Teir tríggir prestarnir í Vesturkirkjuni: Heri Joensen, Derhard Jógvansson og Bergur Debes Joensen
 
19.11.2023 - 10:06

Sóknarprestarnir, Heri Joensen og Bergur Debes Joensen, hava røkt tænastu í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 25 ár.

Heri og Bergur tóku við embætinum sum sóknarprestar tann 1. desembur í 1998, og tann 6. desembur sama ár vórðu teir skipaðir í embætið.

Heri Joensen og Bergur Debes Joensen avloystu ávikavist Kjartan Mørkøre og Høgna Poulsen, ið báðir høvdu verið prestar í Vesturkirkjuni, síðani Suðurstreymoyar vestara prestagjald kom í 1976.

- At tvær ferðir tveir sóknarprestar hava starvast í so langa tíð í einum og sama prestagjaldi ber boð um, at í prestagjaldinum er gott at vera, og at prestarnir trívast í kalli og tænastu, skrivar Fólkakirkjan.

Tríggir prestar starvast út frá Vesturkirkjuni, tí í 2010 varð Derhard Jógvansson settur sum tann triði sóknarpresturin í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424