86 prosent av øllum føroyingum vilja búgva í egnum sethúsum

86 prosent av øllum føroyingum vilja búgva í egnum sethúsum
Hetta er ein av niðurstøðunum í spurnakanning, ið Spyr.fo hevur gjørt fyri nýggju útvarpsstuttrøðina "Kul faktor Føroya", sum leitar eftir kul faktorum kring landið
Nýggj útvarpsstuttrøð byrjar týsdagin 21. november kl. 17.05, og hon tekur temperaturin av ymsum kulum ella kanska knapt so kulum støðum í Føroyum.
 
21.11.2023 - 13:52

Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og ta góðu bygdina? Hvat skal til fyri at skapa trivnað á einum staði? Og hvussu vilja føroyingar helst búgva?

Alt hetta og mangt afturat verður viðgjørt í nýggju útvarpsstuttrøðini Kul faktor Føroya. Í tí sambandi er eisini umfatandi spurnarkanning gjørd. Spyr.fo stóð fyri spurnarkanningina, og 500 fólk um alt landið hava luttikið.

Og ein av høvuðsniðurstøðunum er sera greið: Føroyingar vilja búgva í egnum sethúsum. 

Í kanningini svara 86,6 prosent av teimum spurdu, at tey vilja búgva í egnum sethúsum, 7,4 prosent í eigaraíbúð, 3,4 prosent í leiguíbúð, 1,8 prosent í lutaíbúð og 0,8 prosent valdu annað.

 

Nýggj útvarpsstuttrøð: Kul faktor Føroya 

Í sjey pørtum leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?

Týsdagin er fyrsta sendingina á skránni. Í fyrstu sendingini útgreina Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarplanlegging, og Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur nomið sær eftirútbúgving innan býarskipan, ymisk viðurskifti, ið kunnu gera sítt til at tryggja eitt gott stað at búgva og vera í – ella tað øvugta.

Vit vitja eisini hjúnini Katrin og Ólav Gregersen í Syðrugøtu, har ið vit skifta orð um eitt nú hvønn týdning Grót, G! Festivalur, Tøting og eldsálirnar hava havt fyri kulfaktorin í Gøtu. 

Ólavur og Katrin Gregersen

Caption: 
Hjúnini Ólavur og Katrin Gregersen eru millum gestirnar í fyrsta partinum. Tey viðgera Kul faktorin í Syðrugøtu.

 

Fyrsti partur verður í útvarpinum í dag klokkan 17.05, men tú kanst lurta á heimasíðu okkara longu nú.

Tú finnur sendingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786