Góðan morgun Føroyar

Barnastjørnan brýtur upp úr nýggjum
21-11-2023
Heildarútgávan stendur á gáttini, men hann hevur longu fingið fótin fastan á danska tónleikapallinum við lagnum Greener, sum verður róst upp um skýggj

Vit kenna øll lagið um hundin Snar, sum gongur runt í býnum sum eitt ólukkudýr og leitar eftir mati.

Beinir Troest Rasmussen var ein av liminum í bólkinum, Kular Røtur, tá Vov vov og onnur løg hittaðu.

Men nú er barnastjørnan blivin vaksin og er farin til Danmarkar at royna eydnuna sum tónleikari.

Higartil hevur tað gingist væl. Staklagið Greener hevur fingið nógvar rósur frá donsku ummælarunum, og hetta hevur givið unga runavíkinginum blóð uppá tonna.

Um skamma stund kemur fyrsta heildarútgáva hansara út.

Nú gevur hann ikki út sum barnastjørna, men sum tann vaksni Beinir Troest Rasmussen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026