Kjak um serskattaskipanir

Kjak um serskattaskipanir
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, kjakast um ætlanina hjá landsstýrinum at strika og niðurlaga serskattaskipanir.
21.11.2023 - 19:25

Búskaparfrøðin mælir til at strika serskattaskipanir, sum - sambært teimum - minka um arbeiðsútboðið í Føroyum. Í nýggjastu heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum mælir ráðið stutt sagt til at avtaka tær. Landsstýrið lurtaði, og tá skattaumskipanin varð løgd fram í Tinganesi 3. november, vóru teir tríggir frádráttirnir settir á dagsskránna. 

Uttanlandsfrádrátturin - sum í dag er 120.000 krónur um árið, skal minkast burtur í einki eftir fimm árum. Og tað sama skal samdøgursfrádrátturin, sum ídag er 300 krónur um dagin. Fiskimannafrádrátturin, sum ídag er 65.800 krónur um árið, skal minkast niður í 42.000 krónur um árið í 2025.

Lógaruppskotið, sum nú liggur í fíggjarnevndini, møtir harðari mótstøðu. Antares, áhugafelagið fyri tey í starvi uttanlands; FFU, felagið fyri føroyskar fiskimenn uttanlands, Føroya Fiskimannafelag og Skipara- & Navigatørfelagið hava øll í hoyringsskrivi til Fíggjarnevndina givið greitt til kennar, at tey vilja varðveita serskattaskipanirnar.

Tøl frá Taks staðfesta samstundis, at hesir samfelagsbólkar - sum fáa frádráttirnar - hava millum hægstu inntøkur í samfelagnum.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vóru í sjónvarpsstovuni at kjakast um serskattaskipanir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949