Góðan morgun Føroyar

Áskoðarum dámar betur mannfólkadystir
22-11-2023
Tað hevur gransking víst meira enn einaferð, men hví er tað so, og hvat ynskja kvinnuligir leikarar?

Drós Ragnarsdóttir hevur í sambandi við útbúgvingina í ítrótta- og venjingarsálarfrøði kannað, hvussu áskoðaraatferð og kyn hanga saman og hvussu atferðin hjá áskoðarum ávirkar avrikið hjá kvinnuligu hondbóltsspælarunum, sum vóru við í kanningini.

- Kvinnurnar ynskja heilt greitt, at fáa tann hýrin í høllina, sum er, tá hon er full, soleiðis at rópini dríva tær framá. Men tað vísir seg at áskoðarar hava lættari við at rópa eftir monnum - kanska tí teir tola meira av kroppsliga á vøllinum. So gerast fólk meira íðin at rópa.


Hetta kann so eisini hava við sær, at áskoðarum dámar betur at fara til mannfólkadystir - umframt at støðið er nakað hægri hjá monnunum, leggur Drós afturat.


Víðari sigur Drós, at kvinnuligu leikararnir fáa orku og yvirskot av áskoðarafjøldini, tá hon heldur við teimum, men smáu forholdini í Føroyum kunnu hava við sær, at áskoðararnir fáa ognarkenslu av liðnum og halda seg hava rætt til at viðmerkja og koma við góðum ráðum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026