- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Alsamt fleiri tilburðir av gonore
22-11-2023
Millum tey ungu í Føroyum eru klamydia og gonore vanligastu kynssjúkurnar.
Klamydia, herpes, kynsvørtur og gonore.
Hesar eru nakrar av vanligastu kynssjúkunum í Føroyum. Serliga klamydia og gonore er javnan at síggja millum tey ungu, sum eru millum 15 og 24 ár.
Sjúkueyðkennini eru ymisk, og somuleiðis eru viðgerðarhættirnir ikki eins.
- Seinastu árini hava vit sæð alsamt fleiri tilburðir av gonore, sigur Gunnhild Helmsdal, kommunulækni.
Í morgunsendingini greiðir Gunnhild Helmsdal frá kynssjúkum, sjúkueyðkennum og viðgerð. Harafturat svarar hon spurningum frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026