Góðan morgun Føroyar

Føroyar lesa leitar eftir besta lesiátaki
23-11-2023
Endamálið er at eggja børnum og ungum at lesa meira, sigur Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari

Kappingin verður skipað sum opin kapping fyri allar dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar.

Eitt lesiátak kann vera at skipa fyri lesibingo, evnisdagar um eitt verk, at skipa lesiringar, at gera poddvarp um bøkur, bókasavnsvitjanir, lesimarathon, at gera sjónleik, sang ella annað burtur úr søgum ella okkurt heilt annað. Bara hugflogið setur markið.

Hvør luttakandi bólkur skal lata inn eina frágreiðing um átakið. Frágreiðingin skal lýsa átakið við orðum, myndum og møguliga filmsbroti, sum tilskilar, hvussu átakið varð skipað. Ynskiligt er, at endamálið við átakinum er greitt, og at næmingarnir hava verið virknir í átakinum.

Øll innkomin hugskot verða savnað í hugskotsbanka hjá Føroyar lesa. Freistin at lata inn frágreiðing og myndir, sum lýsa átakið, er 1. mai 2024.

Vinnarin verður kosin 1. juni. Tey trý vinnandi hugskotini vinna 5.000 kr. hvør.

Dómsnevndin er mannað av lærarum, bókavørði, lesivegleiðara og umboðum fyri Føroyar lesa.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026