Góðan morgun Føroyar

Lærarar verða órógvaðir eftir arbeiðstíð
23-11-2023
Foreldur eiga at seta seg í samband við lærarar í vanligari arbeiðstíð og minst møguligt, tá lærarar hava frí, heldur Lærarafelagið.

Tey ringja, senda SMS-boð, skriva á messenger, ringja á facetime og so framvegis. Alt uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tað snýr seg um foreldur, sum seta seg í samband við lærarar eftir loknan arbeiðsdag.

Í skúlablaðnum sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, at foreldur eiga at seta seg í samband við læraran í vanligari arbeiðstíð.

Eyðbjartur S. Skaalum er nevndarlimur í Lærarafelagnum og arbeiðir sum lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Sambært honum er ymiskt, hvussu nógv lærarar verða órógvaðir av foreldrum uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

- Tey foreldur, sum ikki hava fingið greiðar mannagongdir frá lærarunum, tey seta seg javnan í samband við lærarar seint seinnapart, um kvøldið ella um vikuskiftið. Og hetta gera tey við at ringja, senda SMS-boð og eisini við at brúka sosialar miðlar so sum Facebook og Instagram. Lærarar kenna tað, sum tað fer útum teirra mark onkursvegna, tí hugsa vit um sosialu miðlarnar, so liggur nakað persónligt í tí. Vit lærarar hava egna telefon, og telefonnummarið er upplýst á heimasíðum, so tað er lætt hjá foreldrum at seta seg í samband við ein, sigur Eyðbjartur Skaalum.

Hann vísir á, at sjálvandi ber til hjá lærarum ikki at svara boðum ella at lesa boð yvirhøvur, men tað loysir tó ikki trupulleikan.

- Trupulleikin er tann, at hóast tú sum lærari ikki svarar boðunum alt fyri eitt, so verður tað ofta nakað, sum kemur at fylla í høvdinum. Tú fert alt fyri eitt at hugsa, hví vilja tey hava fatur á mær nú, hvussu skal eg handfara henda trupulleikan og so framvegis, sigur Eyðbjartur S. Skaalum.

Í morgunsendingini greiðir hann frá avbjóðingini, og hvussu ein loysn møguliga kann finnast.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026