Myndir: Gekkabilurin handaður

Myndir: Gekkabilurin handaður
"Oh my dear," segði Poulina Gardar úr Klaksvík, tá hon fekk handað billyklarnar til spildurnýggja Mercedes Benz-bilin, sum hon fyri stuttum vann í Gekkinum.
Ein ovurfegin Poulina fekk í dag handað sín spildurnýggja bil, sum hon vann í Gekkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.11.2023 - 16:26

Fríggjadagin 10. november var drigið um stóra eykavinningin í Gekkinum. Og vinnaraseðilin átti 77 ára gamla Poulina Gardar úr Klaksvík. 

Í dag fekk Poulina lyklarnar til spildurnýggja bilin, og tað var ein spentur og glaður vinnari, sum kom eftir bilinum. 

"Eg koyri ein Citroen C4 í løtuni, so hetta er ein munandi flottari bilur enn tann, ið eg havi. Tað vera heilt sikkurt fleiri biltúrar nú."

Poulina Gardar vísti aftur, at hon hevur umhugsað at selja bilin.

"Nei, eg havi ikki verið freistað at selja bilin, men eg má viðganga, at pengarnir kundu verið brúkir eitt sindur skynsamari. Men noy, eg ætli mær at koyra við honum sjálv."

Vinnarin av Gekka-bilinum ásannaði, at hon hevði enn ikki fatað, at hon hevði vunnið bilin.

"Eg eri ikki komin niður á jørðina enn. Eg trúði tí ikki, tað er so púra sikkurt."

Her sært tú fleiri myndir: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083